2015-05-04 11:32
Stjørnan og Polarhav komu á Klaksvík um 5-tíðina í nátt við útvið 300 tonsum av gulllaksi, sum teir landa á Kósini. Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin, sum tí verður koyrdur í bili til Leirvíkar.
JN.fo tosaði umborð á Stjørnuna í gjárkvøldið, teir byrjaðu túr sunnalaga í føroyskum sjógvi fyri eini viku síðan, men har var einki at fáa, teir fluttu tí longur norður og vesturyvir, har teir hava roynt síðan.
Skipini fara nýggjan túr kl. 17 í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald