2015-04-16 11:57
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Partrolararnir Stjørnan og Polarhav komu á Klaksvík kl. 6 í morgun við 220 tonsum av gulllaksi, sum verður landaður á Kósini - skipini hava hendan túrin fiskað í 6 døgn.
Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin, sum so verður koyrdur við bili til Leirvíkar.
Stjørnan og Polarhav hava hendan túrin roynt sunnanfyri. JN.fo tosaði umborð í gjárkvøldið, teir søgdu tá frá nógvum fremmandum svartkjaftaskipum sunnanst í føroyskum sjógvi.
Í morgun royna gulllaksaskipini Vestmenningur og Skoraberg sunnanfyri, ímeðan, hitt gulllaksaparið, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin royna vestanfyri.
Væntandi fara Stjørnan og Polarhav nýggjan túr um 17-tíðina í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald