2015-07-16 11:51
Stjørnan og Polarhav komu á Klaksvíkina fyri løtu síðan báður fullfermdir av gulllaksi, sum verður landaður á Kósini - tilsamans hava teir 250 tons.
Tað er Tavan í Leirvík, sum plagar at keypa gulllaksin frá Stjørnuni og Polarhav, men hendan túrin hevur Pelagos í Fuglafirði keypt veiðuna.
Stjørnan og Polarhava hava eins og hini gulllaksaskipini roynt suður ímóti ES-markinum.
Samlaða gulllaksakvotan í ár er 14.400 tons - umleið 11.000 tons eru fiskaði higartil, t.v.s. at góð 3.000 tons eru eftir at fiska í ár. Í 2014 var kvotan 16.000 tons, men tá varð ikki alt fiskað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald