2015-05-20 12:49
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Stjørnan og Polarhav landa gulllaks á Kósini, teir hava tilsamans 270 tons. Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin.
Stjørnan og Polarhav hava hendan túrin roynt sunnast í føroyska økinum, heilt suður ímóti ES-markinum, har eisini hini gulllaksaskipini royna.
Teir fara nýggjan túr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald