Tíðindaskriv frá Atlantic Airways leygardagin, 16. november 2013
Stjóraskifti í Atlantic Airways
Magni Arge er farin frá sum forstjóri í Atlantic Airways, og Jørgen Holme tekur við stjórastarvinum í einum skiftistíðarskeiði. Nevndin ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí eru partarnir samdir um at fara hvør til sítt
Nevndin í Atlantic Airways ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí hava nevndin og stjórin seinastu 18 árini gjørt eina fráfaringaravtalu. Magni Arge gevst sum stjóri í felagnum, men verður til taks sum ráðgevi næstu tíðina, og Jørgen Holme tekur við sum nýggjur forstjóri í eitt skiftistíðarskeið á eitt til tvey ár.
-Árini í Atlantsflogi hava verið sera spennandi og avbjóðandi. Eg haldi felagið er væl útborið til framhaldandi menning. Fyri meg hevur tað verið eitt privilegium at virka saman við so nógvum eldhugaðum fólki í tjóðarflogfelagnum, og ynski eg bæði teimum og felagnum alt tað besta á leiðini frameftir, sigur Magni Arge.
-Vit takka Magna Arge fyri trúgva tænastu og stóra arbeiðið, hann hevur gjørt fyri Atlantic Airways, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.
Nevndin og nýggi stjórin fara seinni at greiða nærri frá nýggju kósini, sum fer at bera við sær eina yvirskipaða kortlegging av framtíðarmøguleikunum hjá føroyska flogfelagnum, ið seinni leiðslur i felagnum kunnu byggja víðari á. Niels Mortensen vísir á, at tað týdningarmesta er, at Jørgen Holme næstu tíðina fær høvi at kunna seg væl um felagið og at meta um avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman.
Nýggi stjórin
Jørgen Holme er 52 ár, og hann hevur drúgvar royndir innan flogferslu. Hann var útbúgvin cand. oecon, t.e. búskaparfrøðingur, á ??rhus Universitet í 1990, og síðani hevur hann ognað sær nógvar leiðsluroyndir og fleiri leiðslútbúgvingar í sínum størvum.
Jørgen Holme hevur í fleiri ár verið í leiðandi størvum hjá SAS innan sølu og marknaðarførlsu, har hann m.a. hevur arbeitt fyri felagið í Madrid og New York. Hann hevur eisini arbeitt hjá Spanair á Mallorca, og í tvey ár var hann sølu- og marknaðarstjóri hjá AirGreenland, har hann eisini umsat dagligu rutuflúgvingina.
Jørgen Holme var til fyri stuttum stjóri í SEB Gjaldskortum í Danmark, har hann eisini áður hevur verið sølu- og marknaðarleiðari.
-Avbjóðingin er nýggj, so nú skal eg í fyrstu atløgu brúka tíðina at læra meira um felagið, og at læra starvsfólkini at kenna. Eg gleði meg at hitta starvsfólk, samstarvspartar, viðskiftafólk og at læra Føroyar at kenna, sigur Jørgen Holme.
Hann hevur fylgt menningini í Atlantic Airways, meðan hann starvaðist hjá SAS, og serliga meðan hann var í Grønlandi sá hann menningina, sum fór fram í føroyska flogfelagnum.
-Vit fara seinni at boða frá, hvør yvirskipaða leiðin skal verða. Í fyrstu atløgu ræður um hjá øllum í Atlantic Airways at halda fram við góða arbeiðnum og at hjálpa kundunum til nøgdsemi og góðar flogferðir, staðfestir Jørgen Holme, nýggjur stjóri í Atlantic Airways.
Vinaliga
Nevndin í Atlantic Airways
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald