Ítróttur

StÍF vann 21-20 á VÍF

...

2014-10-01 02:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað gjørdist ein sannur gýsari á Skála, tá ið StÍF tók ímóti VÍF í Atlantic Airways-deildini.

VÍF førdi meginpartin av fyrra hálvleiki, tó megnaði StÍF nakrar ferðir at koma uppá javnleik - hálvleiksstøðan gjørdist 10-10

Í seinna hálvleiki gjørdi StÍF ein vørr í byrjanuni, máltalvan vísti 15-11 tá ið 11 min. vóru leiktir. StÍF helt leiðsluna allan hálvleikin, men VÍF hálaði spakuliga inn á teir og komu uppá 21-20 í seinasta minutti av dystinum. StÍF fór í álop, teir tóku time-out tá ið 18 sekund vóru eftir, StÍF megnaði ikki at fáa mál, men hinvegin vunnu teir dystin 21-20.

Sí eisini: StÍF-kvinnurnar vunnu á VÍF.

StÍF: Fríði R. Djurhuus 3, Pætur Johansen, Pætur Joensen 7, Teitur Nielsen, Jógvan G. Joensen 5, Eyðfinn Poulsen, Sveinur Justinesen 1, Jóhannus Olsen 2, Eyðbjørn Eiriksson, Steinar Prestá 3 og Jón Rasmussen.

VÍF: Teis Rasmussen 2, Agnar Joensen 4, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson 4, Tóki Seloy, Mads Eriksen 4, Hanus Christophersen 1, Filip Jojic 4 og Sjúrður Nielsen.

Støðan gjøgnum dystin.

5. min. 2-2

10. min. 3-4

15. min. 4-5

20. min. 5-7

25. min. 8-8

30. min. 10-10

35. min. 10-11

40. min. 14-11

45. min. 17-14

50. min. 19-15

55. min. 19-18

60. min. 21-20

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Karstin Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder