2014-12-22 01:52

Um 17 tíðina í kvøld varð boðað frá eldi í einum sethúsum í Dalatúni í Havn.
Tað var eingin inni í húsinum, tá í eldur kom í. Tað vóru fólk sum spákaðu sær ein túr, ið løgdu til merkis at tað hevði fest í, tey boðaðu brandstøðini frá, sum var skjót á staðið og fekk sløkt eldin.
Eigarin skrivar á facebook:
Ídag var eg heppin at ikki alt futtaði av. Eg hevði gloymt eitt stearinljós og fór út. Tíbetur hevði brandstøðin jólatræ á brandstøðini og vóru tí skjótir á staðið, annars hevði verið heilt galið.
So ansi eftir, øll !!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald