Vinna

Statoil-stjóri samanber Føroyar og Tanzania

...

2013-12-08 21:11 Author image
placeholder

Oljan.fo skrivar:

 Tanzania og Føroyar

Tað er eingin loyna, at Statoil vónar at kunna endurtaka sína success í Føroyum, nú tað hevur fingið sera góð úrslit av leiting í einum øðrum heimsparti, har útlitini til at finna olju og gass hava verið sera ivasom, nevniliga eysturafrikanska landinum Tanzania. Hetta skrivar danska stóravísin Politiken eftir at hava prátað við varaforsetan í Statoil, Tim Dodson.

Tim Dodson, sum eisini altjóða leitistjóri hjá Statoil og í altjóða oljuumhvørinum verður róptur sum heimsmeistari í at finna nýggjar olju- og gassgoymslur, hevði herfyri framløgu við eina móttøku í London, Johan Dahl, landsstýrismaður stóð fyri í sambandi við atmarknaðarføra føroysku undirgrundina.

Tim Dodson samanber í samrøðuni við Politiken leitingina við Føroyar við hana í Tanzania. Bæði økini eru lítið kannað og er tí sera høgur váði knýttur at boringumí báðum londum. Hinvegin er eisini møguleiki fyri at gera stórt fund í londunum. Og tað var júst hetta, sum hendi í Tanzania, har Statoil og ExxonMobil raktu við stórar nøgdir av gassi. At eitt føroyskt frálandaskip er við í arbeiðinum har ger ikki søguna minni áhugaverda og spennandi.

Norski heimsmeistarin í leiting dylur ikki fyri, at Statoil ætlar sær at endurtaka søguna frá Tanzania, í Føroyum eisini og gera vónandi stór fund her. Hinvegin undirstrikar hann aftur og aftur, at talan framvegis er um stóra óvissu, tí borað er so lítið í økinum.

Marknaðarføring

Johan Dahl sigur við Politiken, at Føroyar nú fara undir at marknaðarføra landgrunnin meira miðvíst fyri at fáa útlendsk oljufeløg at gera íløgur her. Hann heldur, at nógvu fundini vestan fyri Hetland kunnu vera ein katalysator fyri at leita í Føroyum eisini. Johan Dahl sigur við blaðið, at føroyskir myndugleikar eru eisini farnir at skapa lagaligari karmar fyri oljufeløgini, soleiðis at tey skjótari og lættari kunnu sleppa fram at føroysku undirgrundini.

Politiken ger annars nógv burtur úr tjúkku basaltløgunum í føroysku undirgrundini, sum blaðið metir eru størsta forðingin fyri, at oljufeløgini ikki longu hava funnið olju og gass. Og Tim Dodson er samdur í hesum og vísir á, at hetta er nettupp ein orsøk til, at Føroyar enn eru eitt ???highrisk??? øki.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder