Oljan.fo skrivar:
Norska Statoil hevur gjørt eitt nýtt oljufund út fyri Newfoundland. Hetta er triðja oljufundið felagið ger í kanadiskum havøki eftir stuttari tíð.
Fundið er gjørt í Flemish Pass-lægdini, umleið 500 kilometrar í ein landssyning úr St. John. Hetta er annað fundið í hesum árinum.
???Góða úrslitið kemur eftir eina miðvísa og umfevnandi leitikampanju í hesum økinum og er fundið sera gott fyri Statoil,??? sigur Tim Dodson, leitistjóri hjá felagnum. Hann sigur, at Statoil fer at bora fleiri avmarkingarbrunnar í hesum økinum seinni.
Tað var boripallurin West Aquarius, sum rakti við olju á 1100 metra dýpi. Hon liggur umleið 20 kilometrar frá tí stóru oljukelduni, Mizzen, sum Statoil fann í 2010, og sum verður mett at goyma 100-200 milliónir tunnur av olju.
Oljuleitingin til havs í Kanada er partur av strategiini hjá norska oljurisanum, sum er farin at bora brunnar á djúpum vatni nógva staðni kring heimin, eitt nú í Føroyum eisini. Felagið hevur fingið sera góð úrslit bæði í Eysturafrika, út fyri Brasilia, í Norðsjónum og í Barentshavinum.
Nú restar ???bert??? hjá felagnum at finna olju við Føroyar. Tann royndin verður so gjørd aftur í komandi ári, hesumegin Atlantshavið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald