
Sambýlið í Sørvági er eitt sambýli fyri fólk samansettum trupulleikum, og har búgva fýra fólk.
Um starvið
Talan er um eitt fast starv við broti 1,0 at byrja 01.09.2021 ella eftir nærri avtalu.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar í sambýlinum eru fjølbroyttar og eru m.a. at skipa innihaldið í gerandisdegnum hjá teimum, sum búgva í sambýlinum og at stuðla og stimbra tey í at fáa gerandisdagin at virka.
Førleikakrøv
??tbúgving sum námsfrøðingur, ergoterapeutur, fysioterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari.
Um eingin skikkaður við nevndu útbúgvingum søkir, kann starvið verða fyribilssett við hjálparfólki.
Koyrikort er kravt.
Væntanir
Væntað verður, at fylgt verður eftir mannagongdum, sum eru ein partur av miljøterapeutiska arbeiðinum í sambýlinum, umframt at tú vilt virka innovativt, koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðinum.
Somuleiðis verður væntað, at tú hevur hug og áræði til persónliga menning í starvinum og ert opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kunnu betra um fakligu og persónligu førleikarnar.
Eisini verður væntað, at tú trívist við at vera einsamøll/einsamallur á vakt og ert sálarliga og likamliga væl fyri.
Um Eind 4
Eind 4 í Trivnaðardeplinum varðar av fólki, sum hava sálarliga sjúku og autismu, og somuleiðis er alt virksemið hjá Trivnaðardeplinum í Vágunum undir Eind 4.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 4. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 01.08.2021 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara, á tlf. 297453 ella Andreu Petursdóttir, leiðara, á tlf. 297449.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald