Politikkur

Starvsfelagið vil javnseta almenn sett starvsfólk

...

2021-08-13 09:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Starvsfelagið fegnast um, at Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri einum nýggjum lønarstiga til almenn sett starvsfólk. Almenna lønarlagið tørvar eina veruliga endurskoðan fyri at rætta teir ójavnar, ið hava gjørt seg galdandi síðan 1969, og serliga hava við sær, at kvinnustørv eru lægri lønt.

Starvsfelagið heitir á aðrar politiskar flokkar, landstýrið, kommunur og fakfeløg at sýna uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum stuðul. Hetta er eitt alneyðugt stig at tryggja framtíðar vælferðarsamfelagið í Føroyum og at rætta ójavnan á almenna arbeiðsmarknaðinum.

https://www.starvsfelag.fo/tidindi/starvsfelagid-vil-javnseta-almenn-sett-starvsfolk/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder