Politikkur

Starvsfelagið: Fíggjarmálaráðið villleiðir

...

2021-03-27 16:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í Degi og Viku fyrrakvøldið førdi stjórin á Lønardeildini, Jan Mortensen, fram, at starvsfólkini á Familjufyrisitingini varðveita sína verandi løn, av tí at tey fáa eina persónliga viðbót, sum útlíknar lønarmunin. Starvfelagið vil hervið leggja dent á, at hetta ikki er rætt.

Upp í tíð og niður í løn

Lønardeildin hevur avgjørt at flokka starvsfólkini inn í verandi sáttmála við einari persónligari viðbót, sum ikki útlíknar lønarmunin til verandi løn. Arbeiðsvikan hækkar 2 tímar um vikuna, uttan lønarkompensasjón, og ætlanin er eisini, at persónliga viðbótin skal mótroknast í komandi lønarhækkingum. Lønin skal fastfrystast, soleiðis at starvsfólkini komandi árini eisini fara at vera fyri einari reallønarlækking.

Samanumtikið merkir hetta, at starvsfólkini fara at missa millum 2000-5000 kr. í løn um mánaðin.

Tað er tí skeivt og villleiðandi, tá ið stjórin á Lønardeildini endurtekur tað, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum segði fyrr í vikuni á løgtingi ??? at starvsfólkini varðveita sína løn sambært uppskotinum frá Lønardeildini. Tey varðveitaikkisína løn, og lønarmunurin verður ikki útlíknaður.

Fordømi um fólkakirkjuna er ikki sambæriligt

Lønardeildin og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum brúka yvirtøkuna av fólkakirkjuni sum eitt fordømi uppá eina væleydnaða yvirtøku, har starvsfólk varðveittu somu løn, inntil føroyskar lønir komu upp á sama støði. Eitt, sum hvørki stjórin á lønardeildini ella landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tó nevna, er, at starvsfólkini í fólkakirkjuni, okkum vitandi, varðveittu somu arbeiðstíð upp á 38 tímar um vikuna. Hetta er ein ógvuliga stórur munur.

Meira arbeiðstíð má kompenserast

Heilt grundleggjandi heldur Starvsfelagið, at tað er órímiligt fyri yvirtikin starvsfólk, at lønar- og setanartreytir teirra skulu versna so nógv eftir eina yvirtøku. Tey hava innrættað gerandisdag sín eftir starvsviðurskiftunum hjá ríkismyndugleikunum, og eru nú vorðin partur av einari politiskari avgerð, sum tey einki hava við at gera. Tað er ikki rætt, at tey verða noydd at góðtaka at fara fleiri túsund krónur niður í løn um mánaðin, og harafturat skulu arbeiða meira, ella verða tey søgd úr starvi. Hetta er eisini beinleiðis í andsøgn viðviðmerkingarnar í løgtingslóg nr. 81 frá 2005 um, at starvsfólk skulu verða tryggjað góðar treytir í sambandi við yvirtøkur.

Starvsfelagið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder