2015-08-10 17:54

Ferðamannaskipið Star Legend kom á Havnini tíðliga í morgun. Eftir ætlan skal Star Legend fara av Havnini aftur nú um 1-tíðina.
Star Legend er 135 metrar langt og 20 metrar breitt sambært marinetraffic.com. Skipið var heima hoyrandi í Norra frá 1992 til 2001, síðani tá hevur tað silt undir flagginum hjá Bahamas.
Veðurlíkindi eru ikki tey bestu í dag til ferðafólk. Tað er myrkt í toku nær um allastaðnis í landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald