Vinna

Stapin kemur undan Eystur-Grønlandi

...

2021-06-01 09:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frystilínuskipið Stapin, sum hevur verið í Eystur-Grønlandi, kemur á Kollafjørð í kvøld, har teir skulu landa veiðuna, Stapin er fullfermdur - 220 tons - so gott sum alt er toskur.

Vit tosaðu umborð í morgun við - skiparin Jákup Eli Eidesgaard - hann segði, at tað hevði viðrað væl, fiskiskapurin hevði verið góður, teir byrjaðu fiskiskap 29. apríl, teir høvdu verið eitt sindur darvaðir av ísi, nógvur havkallur var á leiðini har teir royndu, havkallurin etur fiskin á línuni.

Tað eru 14 mans við Stapanum hendan túrin.

Tá ið farið verður nýggjan túr, tar teir at royna her við Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder