JN

SSL: Koyringin byrjar aftur beint eftir døgurða

...

2013-12-19 13:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bygdaleiðir: Fyri veður steðgar koyringin hjá Bygdaleiðum í morgun uml. kl 09:00 - 09:30. Koyringin byrjar aftur beint eftir døgurða uml. kl 13:00.

Smyril: Fyri veður broytir Smyril ferðaætlanina í dag. Smyril siglir av Krambatanga kl. 11:00 og 17:00. Og av Havnini kl. 14:00 og 20:00.

Teistin: Fyri veður siglir Teistin seinasta túrin av Gomlurætt kl. 08:45 í morgun. Siglt verður aftur kl. 14:00 av Skopun.

Nólsoyarleiðin: Fyri veður siglir Ternan ikki fyribils.

Leið 400: Fyri verður koyrir leið 400 seinasta túrin úr Havn kl. 07:55 og úr Klaksvík kl. 07:45.

Leið 100/300: Fyri veður koyra leið 300 seinasta túrin úr havn kl. 08:00 og úr Sørvági kl: 07:50. Væntast kann at koyrt verður aftur seinnapartin í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder