Vinna

SPURNINGUR til Vinnumálaráðið, Skipaeftirlitið, Brunaeftirlitið, SSL og Smyril Line

...

2021-09-09 09:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Elbilar og eldsbruni:

SPURNINGUR til Vinnumálaráðið, Skipaeftirlitið, Brunaeftirlitið, SSL og Smyril Line:

Eru myndugleikar, stovnar og feløg fyrireikaði uppá at handfara eldsbrunar í elbilum á landsvegum, tunlum og skipum okkara? Er t.d Smyril/Norrøna fyrireikaði uppá at basa eldsbruna í einum elbili, har fleiri bilar eru á dekkinum, umframt ferðafólk umborð?

Nógv verður í hesum døgum tosað um grøna orku og nýtslu av hesari íelakførum, ið fólk verða biðin keypa í mest møguligan mun.

Í VP ígjár kundi ein lesa grein um eldsbruna í hybridbili í einum parkeringskjallara . Tað tók 40 sløkkiliðsmonnum 3 tímar at sløkkja eldin. Herfyri kundi ein í útlendskari pressu lesa um eld í einum Tesla, har nógvir sløkkiliðsmenn nýttu góðar 3 tímarog 95000 litrar av vatni, fyri at sløkkja eldin.

Til samanberingar kann nevnast, at í vanligum bili kann líknandi eldur sløkkast eftir 15 minuttum við 2500 litrum av vatni.

Tað skal ikki stórt hugflog til fyri at síggja, at serliga í tunlum og skipum kann stór vanlukka henda, um ein ikki er serstakliga væl fyrireikaður og útgjørdur at basa slíkum eldi. Eru vit fyrireikaði?

Tí hendan spurning.

Marjus Dam

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder