Skeiðið ???Pædagogik, Planlægning og Målvogtertræning??? í donsku elituvenjaraútbúgvingini er á skránni fyrst í juni. Skeiðsleiðarar eru Antoni Parecki og Ole Bruun Andersen.
Hvussu leggja venjarar til rættis, og hvussu læra venjarar frá sær? Svarið fæst fyrst í juni, tá HSF í samstarvi við DHF bjóðar divisjónsvenjaraskeiðið, har frálæra, ráðlegging og málverjuvenjing er á skránni. Ole Bruun Andersen og Antoni Parecki undirvísa á skeiðnum, sum verður 1. til 3. juni.
Ole Bruun tekur sær av ráðlegging og undirvísing, ímeðan Antoni hevur drúgvar royndir sum málverjuvenjari. Hann er í løtuni venjari í Póllandi, men hevur starvast eini tjúgu ár í Danmark, har hann í nógv ár var knýttur at og vandi málverjarnar á ungdómslandsliðunum.
Skeiðið um frálæru, raðlegging og málverjuvenjing verður frá hósdegnum 1. til leygardagin 3. juni. Skeiðstíðspunktini eru hesi:
Hósdagin 1. juni, kl 17:00-22:00
Fríggjadagin 2. juni, kl 14:00-22:00
Leygardagin 3. juni, kl 08:00-22:00
Divisjónsvenjaraskeiðið, sum verður hildið í Hoyvíkshøllini, er eitt av teimum fimm, ið danska hondbóltssambandið bjóðar í elituvenjaraútbúgvingini. Skeiðið er ætlað royndum venjarum og teimum, sum hava staðið testskeiðið eftir føroysku venjararaútbúgvingina. Skeiðskostnaðurin er 2.500,- kr.
Meldið til við at flyta ásettu upphædding á konto hjá HSF, har tit viðmerkjan ???málverji + navnið??? á luttakaranum, seinasta freist at melda til er 20. mai. Undirvísingin verður í kaffistovuni í Hoyvíkshøllini, ímeðan tað prakstiska verður í Hoyvíkshøllini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald