Um ein góðan mánað verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2014.
Føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugaði fáa møguleika fyri at hoyra spennandi fyrilestrar við stjóranum í Lakrids, Johan Bülow, Boga Bech Jensen, stjóra og professara á Fróðskaparsetur Føroya, og Jonas Ridderstråle, sum er heimskendur fyri sínar bøkur um leiðslu og vinnulív.
Afturat hesum spennandi fyrilestrahaldarunum verður eisini kjakið, sum vit vænta verður eins væleydnað og undanfarin ár.
Frá í morgin, týsdegnum 19. august, ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin, sum verður 26. september. Limir, sum melda til áðrenn 1. september, fáa luttøkuna til ein serligan prís.
Mánadagin 1. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2014. Tá verður eisini skráin til dagin almenn.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 24. september 2014.
Til ber at lesa meira um Vinnudagin 2014her.
Melda teg tiltíðindabræv okkara,so fært tú boð beinanvegin, vit kunna nærri um Vinnudagin 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald