2013-08-19 21:23
Um ein góðan mánað verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2013.
Føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugaði fáa møguleika at hoyra spennandi fyrilestrar við forstjóranum í Havyard Group, Geir Johan Bakke, forstjóranum í Toms Gruppen, Jesper Møller, og við CSR-serfrøðinginum í Grønlands Arbejdsgiverforening, Anita Hoffer.
Afturat hesum spennandi fyrilestrahaldarunum verður eisini kjakið, sum vit vænta verður eins væl eydnað og undanfarin ár.
Frá í morgin, týsdegnum 20. august, ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin 27. september. Limir, sum melda til áðrenn 1. september, fáa luttøkuna til ein serligan prís.
Mánadagin 2. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2013. Tá verður eisini skráin til dagin almenn.
Tilmeldingarfreistin er 25. september 2013.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald