Tíðindaskriv:
Fríggjadagin 28. Mars og leygardagin 29. Mars luttóku Signa Vár Dávadóttir Joensen og Heidi Eliasen á Special Olympics svimjistevnu í Monaco
Sigast má at úrtøkan var sera góð, og svumu báðar nakrar av sínum bestu tíðum nakrantíð, og vunnu gull í teirra greinum.
Fríggjadagin svam Signa Vár 25 m .firvald innleiðandi við tíðini 19.75, ein góð tíð sum hon betraði leygardagin og svam uppá 19.33.
100m Fri svam hon innleiðandi fríggjadagin við tíðini 1.23.66 - hennara besta tíð, sum hon tók aftur leygardagin og svam uppá 1.23.17
Heidi svam 50 frí innleiðandi fríggjadagin við tíðini 37.93, hennara besta tíð sum hon aftur tók leygardagin og svam uppá 37.75
Í 100m Rygg svam Heidi innleiðandi fríggjadagin við tíðini 1.34.90. Leygardagin var hon eitt lítið vet seinni við tíðini 1.35.11
Leygarkvøldið vóru tær bodnar í veitslu við dansi.
Ferðaliðið kom aftur til Føroyar sunnukvøldið.
ÍSB ynskir Heidi og Signu Vár hjartaliga tillukku við frálíka úrslitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald