2016-06-19 16:47

Í vikuni skrivaðu borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen og stjórin í Articon, Jón Sigurdsson, undir sáttmálan um træbryggjuna í Sørvági.
Kostnaðurin fyri umvælingina er slakar 4 mió. kr. og arbeiðið byrjar eftir summarfrítíðina.
Gamla træbryggjan er frá 1966, og hevur sostatt hálvthundrað ár á baki og hevur tænt fyri seg.

Jón og Sune skriva undir

Preben Hansen, Eyðfinn Guttesen, Hendrik Olsen, Jón Sigurdsson, Sune Jacobsen og Thordis Skaalum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald