JN

Sørvágs Country- & Blues Festivalur avdúkar fyrstu nøvnini til komandi festival Juni 2014

...

2013-12-13 19:04 Author image
placeholder

Tíðindaskriv

Sørvágs Country & Blues Festivalur 2014 verður í døgunum 13. og 14. juni á Dungasandi.

Í dag avdúka vit fýra tey fyrstu nøvnini. ??? Trý føroysk og eitt útlendskt.

Føroysku nøvnini eru: Hallur Joensen, Magni Christianssen og Flamma

??tlendska navnið er: Dick van Altena

Dick van Altena er úr Hollandi, og er ein av teimum stóru countrysangarunum í Benaluxlondunum. Hann hevur gjørt seg galdandi sum country artistur tey seinastu mongu árini við óteljandi tímum á landavegunum.

Leggjast kann afturat, at hann hevur sungið inn plátur síðan 1978, hann er ein dugnaligur sangskrivari og eitt hitt størsta country hittið í Evropa í 2002 var innspælingin ???The Song??? við honum sum forsangara í bólkinum Major Dundee. Og hann kemur enn við nýggjum tilfari bæði á enskum og hálendskum.

Hann dugir og syngur allar teir gomlu klassikarnar, vit kenna so væl.

Dick van Altena hevur saman við bólki sínum Major Dundee givið út einar 15 fløgur. Hann hevur eisini givið fleiri fløgur út einsamallur, tann seinasta er ein heilsan til sína heilt stóru fyrimynd, Kris Kristoffersen. Hann syngur við hvørt saman við Ben Steneker, sum er fyrsta country stjørnan í Hollandi.

Hallur Joensen er uttan iva stórsta countrynavnið í Føroyum. Hallur gav út sína fyrstu fløgu í 2008, hon hevði heitið Pickin??? Time In Nashville og gjørdist mest selda fløga í Føroyum í 2008.
Hann hevur síðan givið út aðrar tónleikaútgávur og hevur verið rættiliga virkin tónleikari. Hann hevur fleiri ferðir verið at sæð á útlendskum hitt-listum. Hallur hevur framført sínar sangir bæði á føroyskum og útlendskum tónleikafestivalum. Hallur syngur ikki bara nýggj løg, men eisini coverløg, harav nøkur eru umsett til føroyskt. Nakrir av kendastu sangunum, sum Hallur Joensen syngur eru: Kyss ein eingil hvønn morgun og Gyltu ljósakrúnurnar.

Magni Christiansen: Áhugin fyri tónleiki byrjaði av álvara hjá Magna tá hann í 1980 byrjaði at lurta eftir m.a. Shakin Stevens. Heima hjá teimum varð nógv lurtað eftir tónleiki, tá vóru tað Cliff Richard, Buck Owens og onnur, ið vóru frammi.

Í 1997 kom hansara fyrsta andaliga fløga út, har tað sera nógv spælda lagið ???Her glaður eg ferðist??? er á.

Í alt hevur Magni givið seks fløgur út sjálvur, har ímillum eina jólafløgu og eina uppsamlingsfløgu. Mest spælda lagið hann syngur mann vera ???Við vegin???, sum hann syngur saman við Sigrið Rasmussen.

Magni hevur spælt nógv kring landið til møtir, konsertir, sølustevnir, vígslur, føðingardagar o.a. Magni hevur verið á skránni hinar báðar festivalarnar eisini, og vit gleða okkum aftur í ár at hoyra og síggja hann saman við orkestri á pallinum.

Flamma: Kvinnubólkurin FLAMMA er ein popp/rokk bólkur og er einasti bólkur av sínum slag í Føroyum. Tær góvu út sína fyrstu fløgu í juli 2013, og hon hevur fingið sera góða móttøku. Við løgum sum eitt nú 'City Lights' og 'Stay Like This Forever' hava tær verið sera nógv at hoyrt á útvarpsrásunum í summar, umframt at tónleikur teirra eisini hevur vakt áhuga uttanlands.

Tað eru tær tríggjar Ann Chanett Danielsen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir, ið standa á odda. Tær hava røtur í ymsum tónleikaligum umhvørvi, eitt nú poppi, rokki, musical og gospel. Saman hava tær funnið nakað heilt serstakt, og við sterkum vokali, framúr framførslu, orku og karisma kunnu tær veruliga geva tær eina ógloymandi tónleikaliga uppliving.

Teirra internationali sound hevur gjørt tær til eitt tað heitasta navnið á føroyska tónleikapallinum í løtuni, og tær eru kendar fyri sínar framførslur, ið eru á einum sera høgum støði.

Flamma hevur ikki áður spælt nakað serligt av Country, og er tað júst hettar, ið ger tað forvitnisligt.

Til Countryfestivalin 2014 ætlar Flamma serliga at leggja seg eftir at spæla løg hjá kvinnuligum countrystjørnum, og serliga í Country/Pop/Rock sjangruni.

Tær tríggjar flammurnar ætla at leggja upp til tað heilt stóra brakið í Sørvági í juni 2014.

Serprísur til og við 31. Desember.
Á heimasíðuni country.fo ber til at keypa atgongumerki.

Til 31. desember er serligur prísur á atgongumerkjum. Kostnaðurin er 495,- krónur fyri vaksin (15 ár og eldri) og 150,- krónur fyri børn (7 til 14 ár). Tað er ókeypis fyri børn 6 ár og yngri.

Frá 1. januar til 11. mai er kostnaðurin tá 695,- krónur og frá 12. mai 795,- krónur fyri vaksin. Kostnaðurin fyri børn 7 til 14 ár verður tá 200,- krónur.

Atgongumerkið í samband við húsvognar og tjaldingarpláss verða avgreidd av Vága Kunningarstovu.

Tiltakið fer fram á Dungasandi í Sørvági, har rúm verður fyri stórum og lítlum palli, camping, countrygøtu, ríðing, kanorógving, hoppiborgum, klatriveggi og mangt mangt annað.

Klondike (Biohøllin) verður skipað sum country-matstað fyri vitjandi og Wild West kemur til heiður og æru við síni sjarmerandi countryinnrætting.

Verið øll hjartaliga vælkomin á Country- og Blues Festival 13. og 14. Juni 2014.

Sørvágs Country & Blues Festivalur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder