2014-10-28 17:00

Vaga.fo skrivar: Stýrið fyri ???Heimatænastuna í Vágum??? samtykti á fundi tann 23. oktober 2014 at seta Sonju Klein sum leiðara fyri ???Heimatænastuna í Vágum???. Starvið er sett frá 1. november 2014 at rokna. Teir fyrstu tveir mánaðirnir verða nýttir til at fyrireika yvirtøkuna av eldraøkinum.
Sonja hevur sera drúgvar royndir á økinum. Hon var økisleiðari fyri Vágar/Norðstreymoy frá 1996 til 2013. Hon hevur eisini í nógv ár arbeitt sum sjúkrasystir og heimasjúkrasystir.
Sonja var útbúgvin sum Sjúkrarøktarfrøðingur á Sjúkrasystraskúla Føroya í 1972 og sum heilsufrøðingur á Danmark Sygeplejehøjskole í 1990. Umframt hesar útbúgvingar, hevur hon tikið hópin av viðkomandi skeiðum, bæði faklig og innan leiðslu og fyrisiting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald