Sørvágs Kommuna og Vága Kommuna hava sett Sonju Klein til at fyrireika yvirtøkuna av heima- og eldrarøktini í Vágum.
Sonja Klein hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og hevur ein yvirbygna sum heilsufrøðingur. Hon hevur diplomleiðaraútbúgving frá skeiðsdeplinum, drúgvar royndir innan Heima- og Eldratænastuna og virkaði sum økisleiðari í Almannaverkinum frá 1996 og fram til summarið 2013.
Uppgávan hjá samskiparanum verður at virka sum kontaktpersónur hjá kommununum mótvegis viðkomandi samstarvspørtum, at lýsa eldraøkið í Vágum, tænastuliga, bygnaðarliga og fíggjarliga, soleiðis sum tað sær út í dag, og í tøttum samstarvi við viðkomandi partar at gera tilmæli til, hvussu økið kann skipast, tá kommunurnar hava yvirtikið tað at umsita.
Í fyrireikingararbeiðinum verður stórur dentur lagdur á, at hava tætt samskifti bæði við viðkomandi starvsfólk og við borgaran sum heild, har tey fáa høvi til at siga sína hugsan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald