
Søkt verður eftir starvsfólkum til Rehabiliteringsdeildina og Uppistovu, spennandi størv, í nýggjum umhvørvi og við nýggjum bygnaði
Starvskarmar- og innihald
Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er, at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum. Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetinganar í lógini og normar á fakøkinum.
Hvør starvsbólkar sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.
Rehabilitering, umlætting og palliatión:
· Einum sjúkrarrøktrfrøðingi ella heilsurøktara á brøk 0,8at byrja í Januar 2019, ella eftir nærri avtalu.
· Einum sjúkrarøktarfrøðingi ella heilsurøktarar á brøk 0,8 í tíðaravmarkað starv frá Januar 2019 til og við 31 august 2019 ella eftir nærri avtalu.
Uppistova, eldraheim:
· Tveimum sjúkrarøktarfrøðingum ella heilsurøktarum á brøk 0,8 at byrja í Januar 2019 ella eftir nærri avtalu.
Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru til størvini, kunnu onnur søkja og verða sett í tíðaravmarkað starv í eitt ár.
Førleikakrøv
· Hevur prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
· Hevur prógv og autorisatión sum heilsurøktari.
· Skal vera málrættað/ur og skipað/ur í síni tilgongd til arbeiðið ogmegna at geva sítt uppbyggjandi íkast til eina broytingartilgongd, sum nýggja Heimatænastan í løtuni er í
· Skal duga og tíma at arbeiða í tvørfakligum rehabiliterandi umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
· Skal hava evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
· Verða empatiskur í sínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.
Setanarviðurskifti
Størvini eru í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Upplýsingar um størvini
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til fyrisitingina, á tlf. 793200, ella skriva til [email protected]
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressurnar: [email protected]
Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 27 november 2018kl. 12.00.
Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa størvini leyst av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald