Vinna

Søkt verður eftir leiðara til Duty Free FAE á Vága Floghavn

...

2014-02-21 02:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hevur tú hug og evnir til at skapa úrslit, so bjóðar Duty Free FAE tær eitt sera spennandi og avbjóðandi starv sum leiðari á nýggja tollfríða handlinum sum letur upp á flogvøllinum í Vágum.


Ferðafólkatalið á flogvøllinum er vaksandi og í 2013 komu og fóru gott 236.000 ferðafólk um flogvøllin.

Tann fyrsta uppgávan verður at gera endaligar sáttmálar við føroyskar og útlendskar veitarar av duty free vørum. Harnæst verður uppgávan byggja handilin upp og fáa handilin kláran áðrenn nýggja farstøðin letur upp í maj/juni 2014.

Nýggi leiðarin fær eisini avgerandi ávirkan á hvat fyri starvsfólk verða sett í starv hjá Duty Free FAE.

Eftir at handilin er komin í trygga legu, verður fyrst fremsta uppgávan at tryggja eina munagóða sølu og úrslit ígjøgum góða leiðslu og keypmannskap.

Duty Free FAE verður eitt sjálvstøðugt brand. Duty Free FAE fer at halda til á nýggja handilsøkinum á flogvøllinum í Vágum.

Um so er at starvið sum leiðari í Duty Free FAE er nakað fyri teg, so skalt tú senda eina umsøkn til okkum á[email protected]innan 3. mars 2014 kl. 12.00

Um so er at tú hevur spurningar til starvið, so ert tú vælkomin til at senda ein teldupost til Jákup Sverra Kass, stjóra á Vága Floghavn. Teldupostadressan er[email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder