
Av tí at leiðarin hevur sagt seg úr starvi vegna aldur, søkja kommunurnar í Suðuroy eftir leiðara at standa á odda fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, sum er tænastan fyri eldru borgarar í Suðuroy.
Starvið
Talan er um eitt avbjóðandi, spennandi og fjølbroytt starv, har tú sum ovasti leiðari fyri eldraøkið í Suðuroy fært ábyrgd av dagligu leiðsluni og menningini av Bú- og Heimatænastuni og av stovnunum, ið eru hjá kommununum í Suðuroy.
Sum leiðari kemur tú at standa á odda fyri øllum virkseminum bæði úti og inni og hava fakligu, fíggjarligu, fyrisitingarligu og starvsfólkaligu ábyrgdina.
Leiðarin hevur ábyrgd av at seta og loysa fólk úr starvi og eru um 140 starvsfólk á økinum.
Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har høvuðsdenturin liggur á at skapa ein samanhangandi stovn, motiveraði starvsfólk og nøgdar móttakarar av tænastuni.
Leiðarin er skrivari fyri stýrið hjá Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.
Leiðsluuppgávurnar
??? At samskapa og samskipa tænastur og tilboð innan BHS
??? Atskipaogmennaeindina
??? At menna og effektisera arbeiðsgongdir og mannagongdir
??? At tryggja dygd, yrkisførleika, trivnað og eitt lærandi og mennandi arbeiðsumhvørvi
??? Atarbeiðaviðførleikamenning
??? Atarbeiðasambærtmálsetninginfyristovnin Útbúgving, førleikar og royndir
Okkara ynskir eru, at umsøkjarin hevur:
??? Royndir innan leiðslu og fyrisiting av starvsfólki
??? Royndirinnanfíggjarstýring
??? Royndiratskapatrivnaogmenningmillumstarvsfólk
??? Tað kann verða fyrimunur, um umsøkjarin hevur vitan ella royndir innan almenna fyrisiting
??? Tað kann verða fyrimunur at hava royndir innan heilsuøkið og vitan ella útbúgving innan tænastur knýttar at eldraøkinum og leiðsluútbúgving
??? Taðerumráðandi,atumsøkjarinerdynamiskur,hevurgóðarsamstarvseginleikar, er semjusøkjandi og dugir at samskipa og motivera starvsfólk og skapa jaligar arbeiðsumstøður.
Løn og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Leiðarin hevur tilvísing til stýrið fyri Bú og Heimatænastuna í Suðuroy. Setanarøkið fevnir um
Suðuroynna og tænastustaðurin er í Vági
Umsókn
Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:
Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy att.: Kristin Michelsen, stýrisformaður
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri ella: [email protected]
og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 20. december 2021 kl. 12.00.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Um tað ikki eru nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar til starvið, skilar Stýrið sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald