Vinna

Søkt verður eftir heilsurøktara til Heimið á Sýnini

...

2020-09-04 08:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veitur tænastu til borgarar sum búgva á Heiminum á Sýnini. Vit eru ein partur av Heimatænastuni í Vágum, sum veitur ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.

Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

Søkt verður eftir:

- Heilsurøktara á starvsbrøk 0,8 til Uppistovu á Heiminum á Sýnini, at byrja 1. Oktober 2020 ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv:

- ??tbúgving, prógv og autorisatión sum heilsurøktari

Vit vænta at tú:

- Hevur áhugað í at arbeiða samsvarandi okkara málum

- Hevur hug til at arbeiða innan eldrarøkt, og evnini at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið og megna at geva títt uppbyggjandi íkast til eina broytingar tilgongd, sum Heimatænastan í løtuni er í

- Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd

- Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

- Er empatiskur í tínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.

Vit bjóða tær:

- Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

- Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

- Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur

- Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita

- Góða innleiðslu

Um ikki skikkaður umsøkjari er, tilskilar Heimatænastan sær at seta hjálparfólk og verða tey tá sett í tíðaravmarkað starv í eitt ár.

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Vanju Carlsen deildarleiðara á tlf.793212 ella til Jóngerð M. Nielsen, leiðara, tlf. 793201

Setanarviðurskifti:

Starvið er í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir:

Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: [email protected] viðmerkt ???Heilsurøktari til Uppistovu???

Umsóknarfreistin er 20. Septembur 2020

Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder