Lýsing

Tíðaravmarkað størv til Heimatænastuna í Vágum

...

2017-04-06 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður heilsurøktara og heilsuhjálpara í tíðaravmarkað størv til Heimatænastuna í Vágum.

Kjarnuuppgávan hjá Heimatænastuni í Vágum er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu og heilsu-og sjúkrarøkt at stuðla borgaran, so tey eru virkin sum longst.

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgarar, so er tað tær, vit leita eftir sum avloysara til Heimatænastuna í Vágum.

Heimatænastan í Vágum fevnir um: Røktarheimið á Sýnini, IvansHús, dagtilboðið Virkni, heimahjálparatænastuna og heimasjúkrartænastuna.

Søkt verður eftir:

· Avloysara fyri heilsurøktara, sum er í farloyvi á setanarbrøki 0,8 at byrja skjótast til ber, ella eftir avtalu, til 1. mars 2018.

· Avloysara fyri heilsurøktara, sum er í farloyvi á setanarbrøki 0,8 at byrja skjótast til ber, ella eftir avtalu, til 15. februar 2018.

· Avloysara fyri heilsuhjápara, sum er í skúla á setanarbrøki 0,8 at byrja skjótast til ber, ella eftir avtalu, til 1. september 2018

Lønar-og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Um tú ynskir at vit meira um størvini, er tú vælkomin at seta teg í samband við Heimatænastuna í Vágum á telefon 793200 ella á teldupost [email protected].

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. Apríl 2017.

Umsókn skal sendast til:

Heimatænastan í Vágum

Kálvalíðsvegur 2

370 Miðvágur

Ella á teldupost: [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder