2019-05-30 09:40

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, avgjørdi at søkja eftir stjóra til Landsverk av nýggjum.
Orsøkin til hetta er, at landsstýrismaðurin metir, at ov fáar umsóknir eru at velja ímillum.Tíggju umsóknir vóru til starvið, og setanarnevndin mælti til at seta ein av teimum tíggju umsøkjarunum.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður sigur, at:???Eg vóni, at vit fáa fleiri umsóknir at velja ímillum við at lýsa starvið leyst aftur.???
Tískil verður starvið sum stjóri hjá Landsverki lýst leyst enn einaferð, og verður starvið eisini lýst leyst í miðlum uttanlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald