2014-08-14 19:26
Nú verður sókt eftir sóknarpresti til Sandoyar prestagjald. Í prestagjaldinum eru seks kirkjusóknir: í Skopun, á Sandi, í Skálavík, í Húsavík, í Dali og í Skúvoy. Umleið 1.250 fólk búgva í prestagjaldinum.
Sóknarpresturin hevur ábyrgd av kirkjubókunum (høvuðs- og kopibókini) og er jarðarferðarmyndugleiki. Embætið verður eftir ætlan sett 1. desember 2014.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.
Freistin at søkja er 4. september.
Kelda;trúbodin.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald