2017-05-13 08:30

Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum, Dan M. Knudsen, leggur nú frá sær og fer í annað starv. Í gjár var móttøka, har m.o. Annika Olsen, borgarstjóri, heilsaði uppá Dan M. Knudsen. Tey bæði hava kenst í mong ár, eisini áðrenn hann byrjaði at arbeiða í Føroyum, fyrst í landsstýrinum og síðan hjá Ríkisumboðnum.
Dan M. Knudsen fer í nýtt starv í forsætismálaráðnum. Hann kemur framvegis at hava nógv við Føroyar at gera, tí hann skal vera ráðgevi hjá norðuratlantisku skrivstovuni í forsætismálaráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald