OSTROM.FO
??r sanginum Gentukæti, sum Jóan Petur uppi í Trøð yrkti í 1894:
???Á keiini hjá ??strøm har síggja vit tá øll skipini tey duffa á Vestaru vág;
skipsmenninir teir ferðast við bátum út og inn, tá ræður um at halda seg svinn???.
Við fabrikkini hjá ??strøm kom ídnaðarkolveltingin til Føroyar. Bygningurin varð reistur í 1887 og varð bygdur av dagleiðarum í Havn. Lønin fyri at laða var 20 oyru fyri alinina ??? men so skuldu teir eisini útvega grótið sjálvir. Tað kom úr Rættará, ið rennir undir húsunum.
Her inni stóðu fyrstu dampmaskinurnar í Føroyum og eini 60 fólk vunnu til lívsins uppihald her. Endamálið við fabrikkini var at útvinna olju og lýsi úr havsins tilfeingi.
Í 1888 og 1889 var The Normal Company Ltd., sum felagið æt, næst størsti skattgjaldari í Havn. Felagið rindaði tey árini kr 300,- árliga í skatti. Men gakk. Olja varð funnin í Amerika og tá farið varð undir at útflyta til heimsmarknaðin, fall oljuprísurin og tað sama gjørdi grundarlagið undir The Normal Company. Felagið hóraði ikki undan og í 1890 varð tað lýst á tvingsilssølu við hægsta rætt, Chancery Division í Bretlandi.
Partar av útgerðini, m.a. dampketlar o.a., varð seld við fútarættin í Havn og í 1894 keypti Jacob Lutzen bygningin fyri 2.000 krónur. Ognin hevur verið í familjuni síðan.
Søguligt yvirlit:
1894 The Normal Company fer á húsagang. Jacob Lützen keypmaður, keypir fabrikkina og fer saman við soninum Valdemar undir konservesframleiðslu.
1895 Framsýning av føroyskum og útlendskum handverki. Ullvørur, træskurðir og steinarbeiði herundir doypifonturin, sum í dag stendur í Kunoyar kirkju. Tilsamans 2.400 vitjaðu framsýningina. Tá búðu um 1.600 fólk í Havn.
1905 Virksemið við timburhandili og ???Kul, Koks og Braende??? byrjar.
1909 Jacob Lutzen & Sønner fáa 1. virðisløn og medalju fyri fiskabollakonserves á heimsframsýningini í ??rhus
1918 Eftir fyrra veraldarbardaga legði Danmark toll á konserves úr Føroyum og tá kom stígur í framleiðsluna. Fabrikkin helt tó á fram at virka fram til 1939.
1920 Jens Simonsen (Gøtu Jens) og Knút Lützen hava framleiðslu av bommum í fabrikkini.
1920 Andrias í Horni hevur bakarí í fabrikkini
1920 Johan Evensen hevur spinnarí í fabrikkini
1930 Í sambandi við nógv flutningsvirksemi, verður farið undir tryggingarvirksemi og felagið umboðar London Guarantee Accidental Company.
1932 Byrjað verður at selja Olju, bensin og petroleum.
1934 Farið verður undir at umboða oljufelagið DDPA. Tá seinni heimsbardagi byrjar og farleiðin til Danmarkar verður stongd, heldur samstarvið á fram, í beinleiðis samstarvi við J. D. Rockefeller.
1939 Farið var undir alternativa framleiðslu og m.a. varð rabarbu syltutoy hópframleitt.
1940 Ísvirki er í fabrikkini øll krígsárini. Ísurin varð latin til ísfiskabátum og varð fluttur við bili til bátar og skip.
1947 Ísframleiðslan steðgar, tá Fiskacentralurin byrjar sítt virksemi og kann lata lata ís beinleiðis umborð á skipini. Nógvu komandi árini verður ísvirkið brúkt av havnafólki til at goyma kjøt í.
1948 Rabarbusyltutoy í gløsum verður framleitt summarhálvuna. Flestu rabarburnar koma úr Gøtu.
1950 Christian Højgaard skómakari hevur sítt virksemi her í nøkur ár
1955 Fabrikkin verður brúkt til goymslu av byggitilfari.
2003 Lützens Timburhandil yvirtekur alt virksemið í fabrikkini
2009 Steinprent letur upp grafiskan verkstað og framsýningarhøli
2011 Studio Bloch byrjar virksemi við tónleikaframleiðslu
2011 HeinesenMyndir byrjar virksemi við fotostudio
2011 Festi byrjar virksemi innan samskifti og samleika
2012 Undir navninum ??strøm, víðkar Festi virksemið til eisini at umfata tiltøk í ovaru høllini og handil við føroyskum listahandverki
2013 Hotel Føroyar letur kafé upp í handilinum hjá ??strøm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald