2014-02-07 17:37
Smyril er á verft á Lindø-skipasmiðjuni í Danmark, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið verður gjørt, eisini verður alt skipið málað. Eftir ætlan so skal Smyril seta kós móti Føroyum í morgin, skipið verður so her mánandagin og týsdagin skal hann aftur røkja siglingina - Tvøroyri - Tórshavn - Tvøroyri.
Ein nýggjur motorur var settur í Smyril áðrenn skipið fór til Danmarkar, men nær hann verður klárur, at taka í brúk er ikki heilt greitt, men stjórin á SSL segði í Degi og viku, at motorurin bleiv klárur um hálvan mars.
Myndirnar hevur Reidar Simonsen tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald