2015-12-02 16:30

Partrolararnir Smaragd og Safir landa í morgun á Kósini, teir hava tilsamans 160.000 pund, meginparturin er upsi.
Smaragd og Safir hava roynt eystanfyri, teir vóru úti í 6 dagar.
Línubátarnir Pison og Jákup B, komu inn undan óveðrinum, Pison kom inn í nátt og Jákup B í morgun, teir hava bara verið úti í 2 dagar, so ivasamt er um teir landa, áðrenn teir fara út aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald