Vinna

Smáligt fiskarí eftir makreli

...

2021-08-04 10:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Makrelskipini hava smáligan fiskiskap, tey flestu føroysku skipini hava roynt norðast í føroyskum sjógvi, men har er smáligt.

Finnur Fríði kom á Tvøroyri fyri løtu síðan, teir hava 200 tons, sum teir landa til Varðan Pelagic.

Eisini í altjóða sjógvi, norðanfyri føroyska markið, er smáligt, har er okkurt føroyskt skip, fleiri russisk og so eisini fleiri íslendsk, tey íslendsku leita nú vestureftir, men tað sær ikki út til at tey hava troffið við enn.

Men tíðin er ikki rættuliga komin enn til makrelfiskiskap, í fjør byrjaði fiskiskapurin umleið hálvan august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder