Tróndur í Gøtu kom á Fuglafjørð í dag við 2.300 tonsum av svartkjafti, í kvøld kemur Tummas T. við 300 tonsum.
Slættaberg landar í løtuni, teir hava 1.400 tons.
Svartkjafturin, sum skipini fáa í føroyskum sjógvi er smáur, so smátt at tað fer ígjøgnum meskarnar, tí valdi Tummas T. at gevast og verður helst liggjandi í eina viku.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, tá komu teir júst innum Trøllhøvda og inn í Skopunarfjørð, teir fara á Fuglafjørð. Teir søgdu, at teir helst koma at liggja í eina viku ella meira, tí svartkjafturin skipini fáa er so smáur. Í fjør byrjaði rættuligi svartkjaftafiskiskapurin 17. apríl, men kanska verður tað nakrar dagar seinni í ár - hildu teir umborð á Tummasi T.
Tey íslendsku svartkjaftaskipini liggja eisini og bíða - tað gjørdu tey eisini í fjør - 3 íslendsk skip eru á Kollafirði og 3 eru á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald