2014-09-02 14:37
Slættaberg og Tróndur í Gøtu sigla báðir inn av makrelfeltinum, teir hava roynt á uml. 64,5N og 2V.
Slættaberg skal landa á Kollafirði, teir hava 800 tons, Slættaberg verður á Kollafirði um 14-tíðina í dag.
Tróndur í Gøtu hevur 1.400 tons, teir skulu landa á Tvøroyri, Tróndur verður á Tvøroyri í kvøld, men sleppur ikki framat at landa fyrrenn á midnátt, Høgiklettur landar í løtuni á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald