Vinna

Slættaberg og Christian í Grótinum landa til Havsbrún

...

2014-12-09 14:38 Author image
placeholder

 Slættaberg og Christian í Grótinum, sum hava roynt eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, komu á Fuglafjørð í gjárkvøldið, teir skulu landa til Havsbrún. Slættaberg hevur verið úti í eina góða viku, Slættaberg var fullfermdur - uml. 1.350 tons - Christian í Grótinum hevur 1.100 tons.

JN.fo tosaði við Havsbrún í morgun, fyri at vita um møguliga onkur íslendari, sum hevur roynt sunnanfyri, eisini skulu lada til Havsbrún, men tað var ikki avgjørt enn, varð saagt frá Havsbrún.

3 íslendsk skip sigla norðuryvir, tey eru Jón Kjartansson, Hoffell og Vilhelm Thorsteinsson, føroysku skipini Norðborg og Fagraberg sigla eisini norðuryvir.

Einastu skip, sum eru á feltinum í morgun eru trý russisk skip, í gjár fingu tey 13, 33 og 43 tons av svartkjafti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder