2015-09-30 16:34

Slættaberg kom á Oyrareingir tíðliga í morgun við 660 tonsum av makreli, sum teir hava tikið ímóti frá Vestmenningi/Skoraberg og Eysturbúgvanum/Vesturbúgvanum.
Skipini hava roynt á uml. 64N.
Vestmenningur og Skoraberg hava fiskað sína makrelkvotu, teir eru komnir inn, men Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eru ikki liðnir og teir eru á feltinum til Slættaberg kemur út aftur.
Slættaberg sleppir framat nú um middagin, tá ið Tummas T. er liðugur at landa. Slættaberg fer so nýggjan túr seinnapartin í morgin.
Myndirnar eru tiknar í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald