Slættaberg kom á Fuglafjørð á midnátt fullfermdur av svartkjafti. Slættaberg landar til Havsbrún, teir hava útvið 1.400 tons.
Teir hava hendan túrin roynt í ein landsynning úr Føroyum, har vóru eisini 7 íslendsk skip, men tey eru nú øll ávegis til Ísland at landa, helst er íslendska svartkjaftakvotan uppfiskað.
Av føroysku kvotuni er bara eitt sløð eftir, skipini goyma ein slett til í heyst, men roknað verður við, at tey fáa eini 20.000 tons afturat at fiska í heyst..
Annars verður tosað um, at reglugerðin um hjáveiðu, tá ið skipini fara á makrelveiðu, eigur at broytast, so at t.d. hjáveiðan verður roknað av meðal hjáveiðuni av fleiri túrum, tá verður fiskiskapurin lættari at stýra - og skipini sleppa harvið frá at liggja í bestu fiskitíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald