2014-02-02 02:23
Slættaberg kom á Kollafjørð um 21-tíðina í kvøld, við 240 tonsum av svartkjafti, sum verður landaður til Faroe Pelagic.
Áðrenn teir fara út aftur, skulu teir bøta trolið, so helst ganga einir 2 dagar, áðrenn teir fara nýggjan túr.
Svartkjaftaskipini eru flutt longur vestur at royna, í kvøld eru tey stødd á uml. 60,2N og 8,2V.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald