2013-08-27 00:55
Slættaberg fór at sigla inn tíðliga í morgun við 650 tonsum, harav meginparturin er makrelur. Slættaberg hevur hendan túrin samtrolað við Gadus, teir hava roynt á uml. 63,3N og eystur ímóti norska markinum.
Í nátt var sjask veður, men teir fingu tó eitt hampuligt hál - góð 2-300 tons.
Slættaberg verður á Kollafirði um 23-tíðina í kvøld, Fagraberg hevur landað í Kollafirði, men teir eru liðnir, so Slættaberg sleppir framat beinanvegin teir koma á Kollafjørð.
Gadus siglir eisini inn, teir skulu bunkra og taka útgerð, skipini fara nýggjan túr í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald