2013-08-06 17:55
Slættaberg fór tíðliga í morgun at sigla inn við 750 tonsum av reinum makreli. Slættaberg fer á Kollafjørð, har teir landa til Faroe Pelagic, teir verða á Kollafirði kl. 20 í kvøld.
Slættaberg hevur hendan túrin roynt vestur ímóti íslendska markinum, teir hava verið saman við Gadus. Nú Slættaberg fór at sigla inn er Gadus saman við Atlantsfarinum.
Frá Slættabergi verður sagt, at tað er reinur makrelur og at støddin er góð - uml. 340 gramm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald