2015-06-25 13:24

Í skrivandi stund (kl. 8.25) kemur Slættaberg á Fuglafjørð, Slættaberg er fullfermdur av svartkjafti - 1.400 tons - sum teir skulu landa til Havsbrún.
Slættaberg hevur roynt í ein landnyðring úr Føroyum, á uml. 63N og 1,45V, sum er eystur ímóti norska markinum, har hava eisini tvey íslendsku skipini - Hoffell og Jón Kjartansson - roynt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald