JN

Skúlin á Giljanesi gjørdist ???Ársins Roykfríi Skúli 2014???

...

2014-10-10 22:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

67 flokkar høvdu meldað seg til kappingina um at gerast ???Ársins Roykfríi Skúli 2014???. Treytirnar vóru, at eingin skuldi roykja í flokkinum í ein mánað. Hetta eydnaðist fyri 42 flokkar, sum luku treytirnar, ið settar vórðu. Hesir 42 flokkarnir telja 871 næmingar.

Kappingin var skipað soleiðis, at flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 9. september til 9. Oktober.

Hóast tað var 9. Flokkur á Giljanesi, sum vann við lutakasti millum hesar 42 flokkarnar, sum høvdu lokið treytirnar, so eru vit í Fólkaheilsuráðnum ógvuliga fegin um, at heilir 42 flokkar komu ígjørnum, og ikki minst, at 64 flokkar upprunaliga høvdu sett sær málið at vera roykfríir. Har tað ikki bar á mál, er bert tað at siga, at royndin kann gerast aftur komandi ár.

Í fjør vóru 53 flokkar við í kappingini og fyrra árið 32. Fólkaheilsuráðið fegnast um ta sera stóru undirtøkuna, sum var í ár. Lærarar, skúlaleiðslur og mong við teimum eiga stóra tøkk uppiborna fyri vælvild og góðan hugburð mótvegis átakinum. Havast skal í huga, at 871 næmingar luku treytirnar, so teir skulu eisini hava stórt rós. Eisin teir flokkar, har tað ikki bar á mál hjá, skulu rósast, tí næstu ferð verður málið nátt, hvør veit? ??? Takk fyri!, Tað skrivar Fólkaheilsuráðið á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder