2021-12-24 09:46

Um hálvgun trý tíðinda í nátt hendi eitt ferðsluóhapp á Giljanesi, sum endaði við, at tvey fólk vórðu flutt á sjúkrahúsið til kanningar. Tann eini bilurin fór yvir í mótkoyrandi breyt, og rendu bilarnir frontalt saman.
Førarin, ið er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, einki koyrikort og ið fór yvir í mótkoyrandi vegbreyt, fekk ongan skað. Tó sluppu fólkini í hinum bilinum ikki líka væl, tey bæði blivu koyrd á Landssjúrkahúsið til nærri kanningar.
Vaktleiðarin á løreglustøðini veit í morgun ikki at siga støðuna, men tey hava so ikki fingið boð um, at tað stendur illa til, tað skrivar portal.fo.
Rekkjukoyring var í Vágum í gjárskvøldið, einir 220 bilar vóru við í rekkjukoyringini.
Sum vit skilja vóru tveir onnur smærri ferðsluóhapp í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald