JN

Skuldsettur fyri óviljað manndráp og rúsdrekkakoyring

...

2014-01-30 18:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kanningarnar hjá politinum í samband við ferðsluvanlukkuna á Argjum leygarmorgunin tann 11. januar 2014 kl. 03:16 eru nú komnar so langt áleiðis, at politiið hevur avgjørt at skuldseta ein 18 ára gamlan mann fyri millum annað óviljað manndráp og rúsdrekkakoyring.

Kanningarnar hava víst, at førarin var rúsdrekkaávirkaður og ábendingar eru um at ferðin hevur verið væl omanfyri loyvdu hámarksferð.

Tá kanningarnar í málinum eru liðnar, verður málið latið ákæruvaldinum til støðtakan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder