2014-10-08 17:32

Í góðveðrinum fyrrapartin var rennidagur á Skúlanum á Giljanesi, allir næmingarnir frá 1. flokki til 10 flokk vóru við í renningini - tey vóru óføra røsk at renna.
Besta uppmøting - síðan skrásetingin byrjaði fyri mongum árum síðan - var hesaferð. 287 næmingar runnu í dag. Tey runnu í alt 2.843 km. Hetta er nærum 600 km longri enn seinasta ár og er eisini nýtt met hjá Skúlanum á Giljanesi.
Nú seinnapartin loysti hann við regni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald