2019-01-25 22:05

Vit á jn.fo vóru og vitjaðu umborð á Jupiter í kvøld, sum landaði góð 1600 tons av makreli til Varðan Pelagic.
Umborð á Jupiter vóru m.a. tveir næmingar úr skúlanum á Giljanesi, sum eru í starvsvenjing við Jupiter. Talan er um Marius E. Nielsen og Martin W. Nielsen.
Í sambandi við hátíðardagin á Tvøroyri var lagkøka at fáa umborð á Jupiter.
Jupiter hevur loyst av Tvøroyri, og er áveg til Fuglafjarðar har teir skulu taka svartkjaftaútgerðina umborð. Jupiter hevur onga makrelkvotu eftir á ES-sjógvi, og fer nú á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald